Arbeið fýra tímar um vikuna. Hetta er nýggjasta uppgerðin við 40-tíma arbeiðsvikuna. Loysnin er at droppa mailar, keðiligar fundir og aðrar tíðsrøvarar Maðurin handan 4-tímars hugtakið er Timothy Ferris, sum sjálvur hevur lagt lívið hjá sær um, so hann nú bara arbeiðir, tá hann er mest effektivur og kreativur. Og við hvørt ger hann hetta liggjandi á eini strond hinumegin jørðina.
Lætt hjá einum ríkum manni at siga, hugsar tú kanska, men sambært danska blaðnum, Politiken, kunnu vanligar løntrælir eisini læra nakað av Ferris.
Loysnin er at viðurkenna, at tú ert ein løntrælur og síðani seta teg sjálvan í frælsi við at gevast við øllum tí, sum tekur tíð, men ikki úrslit: keðiligir fundir, óneyðugir mailir og so víðari.
Sambært Birgitte Simonsen, leiðara fyri Center for Ungdomsforskning er hetta longu eitt rák í Danmark, har tey ungu ikki finna seg í tí sama sum fólk omanfyri 40.
- Nógv ung hava eitt annað arbeiðshugtak. Tey eru ikki dovin, men vilja fegin hava hug til tað, sum tey gera, sigur danski granskarin.
Timothy Ferris heldur eisini, at hugburðurin er broyttur hjá virkisleiðslum.
- Alsamt fleiri fyritøkur síggja arbeiði, sum nakað tú gert og ikki eitt stað tú fert. Tí er tað líka mikið hvar tú arbeiðir, bara tú skapar úrslit.
Hugtakið, multitasking, var í 90unum tað heita loysunarorðið. Men í dag siga granskarar, at í staðin fyri at hava givið okkum meira tíð, hevur multitaksing stolið tíðina frá okkum. Og kanningar vísa, at tá fólk gera fleiri ting í senn, minnist tey ikki tað sama og verða meira stressað.
Svarið hjá Feriss er: Hála stikkið úr! So arbeiðir tú 10 ferðir skjótari. 4 tímar í staðin fyri 40.