8 tímar til Asfalt

Um 8 tímar fer bólkurin Jumpin? Jack á pall á minna uttandura pallinum á Asfalt og í teir næstu 30 tímarnar er Tórsgøta tann mentanargøtan, ið hon eftir ætlan skal verða. Frá fyrstu tónunum hjá Jumpin? Jack til Side Effect fara av pallinum um trý tíðina í nátt, er alla tíðina tónleikur á onkrum palli, og er okkurt sum tær ikki dámar, ber til at fara okkurt annað stað. Tað sama er galdandi frá, at Knocklebusters leggja fyri í morgin kl. 16 til Sic enda tiltakið onkuntíð eftir miðnátt sunnunáttina.

Asfalt er eitt gylt høvi at uppliva, hvat føroyskur tónleikur hevur at bjóða í løtuni. Her eru nógv nýggj og spennandi nøvn, men sanniliga eisini kend og fólkakær nøvn, sosum Martin Joensen, Hanus G. Johansen, Heine Lützen, Magni Christiansen og The Dreams. Stutt sagt, hevur Asfalt okkurt fyri øll.

 

Leygarmorgunin verður eins og í fjør eitt stórt barnatiltak, ið verður hildið á báðum uttandura pallunum við nógvum ymiskum á skránni.

 

Sambært Petur Skeel er stórur møguleiki fyri sól hetta vikuskiftið,og tí er lagt upp til sanna fólkaveitslu í miðbýnum í Havn.