8. november var vanligur valdagur

Ikki færri enn níggju ferðir eru føroyingar vaknaiðr til eitt nýtt løgting 9. november.

Tí er tað einki løgið í tí, at tilkomin fólk settu dagin í gjár í sambandi við løgtingsval.

Tað var í 1946, at røðin við valdegi 8. november byrjaði. Tá var løgtingsval útskrivað eftir Fólkaatkvøðuna, sum verið hevði 14. september sama ár.

Annars var løgtingsval árið fyri, í 1945. Tá var valdagurin 6. november.

Eftir løgitngsvalið í 1946 og heimastýrislógina frá 1948 vóru støðug politisk viðurskifti, og val varð hildið regluliga fjórða hvørt ár. Líka til 1970, tá 8. november fall á ein sunnudag. Og sunnudag ber ikki til at halda løgtingsval. Tí varð løgtingsvalið í 1970 hildi leygardagin 7. november.

Síðani vórð næstu løgtingsvalini, í 1974 og í 1978 hildin 7. november.

Men tá landsstýrissamgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin slitnaði í 1980 passaði tað soleiðis, at løgtisvalið aftur varð skrivað út til 8. november, sum nú aftur var valdagur til 1990, tá val aftur var í ótíð. Tá var valið skrivað út at vera 17. november – og tað var tað seinasta novembervalið higartil.

1968 var ikki løgtingsval. Men 8. november fekk kortini politiskan týdning, tí hendan dagin doyði Petur Mohr Dam, løgmaður. Og fimm ár seinni var núverandi formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannsen føddur, 8. november í 1972.

Løgtingsvalini síðani 1906 hava verið hildin hesar dagar:

 

2019: 31. august

2015: 1. september

2011: 29. januar

2008: 19. januar

2004: 20. januar

2002: 30. apríl

1998: 30. apríl

1994: 7. juli

1990: 17. januar

1988: 8. januar

1984: 8. januar

1980: 8. januar

1978: 7. januar

1974: 7. januar

1970: 7. januar

1966: 8. januar

1962: 8. januar

1958: 8. januar

1954: 8. januar

1950: 8. januar

1946: 8. januar

1945: 6. januar

1943: 24. august

1940: 30. januar

1936: 28. januar

1932: 19. januar

1928: 23. januar

1924: 22. januar

1920: 10. januar

1918: 24. apríl

1916: 28. februar

1914: 2. februar

1912: 2. februar

1910: 12. februar

1908: 2. februar

1906: 18. juli