8 nýggj gøtunøvn aftrat

Fyri einum ári síðani vóru 1839 gøtunøvn í Føroyum. Men í fjør komu átta nýggj aftrat í Landsadressuskránna, soleiðis at gøturnar nú eru 1847 í tali.

 Tey átta nýggju gøtunøvnini, sum vórðu skrásett eru hesi:

Kerjagøta og Meinhartstrøð í Havn

við Myllutjørn í Hoyvík

við Eirikstoftir í Miðvági

á Rætt í Kollafirði

Oman í Fjøru í Funningi

á Grønabóli í Klaksvík

Lopransdalur í Lopra


Tað eru føroysku kommunurnar sum gera uppskot til veganøvn og húsanummur. Tey verða síðani send Umhvørvisstovuni, sum góðkennur og skrásetur tey í adressuskránni.