Sjómannadagur
Norðoya MC-felag skipaði fyri eini heldur dramatiskari kapping á sjómannadegnum. Hon snúði seg um, at meðan ein er í einum trygdarseðla at stápla so nógvar sodavatnskassar omaná hvønn annan, áðrenn kassatornið raplar.
- Henda kappingin er sera populer og standa fólk í kø so at siga alla tíðina. Hóast kappingin er fyri bæði kynini, so er tað serstakliga menn, ið royna seg her. Møguliga er tað tær høgu hæddirnar, sum gera tað. Kappingin er fyri allar aldrar, men av trygdaráðum royna vit at ikki taka ov ung børn, sigur Niklas Olsen, sum er kassameistari í Norðoya MC-felag.
- Metið í ár er heili 21 kassar, og er tað eitt yvir 8 metrar høgt kassatorn. Tá snýr tað seg um at hava góða balansu og at halda tunguna mitt í munninum, sigur Niklas Olsen.