Stafettin hjá kvinnunum eigur fýra teirra, Pál Joensen trý og Elspa Mørkøre eitt. Flott og eitt bragd í sjálvum sær. Men tað verður uppaftur flottari, um havt verður í huganum, at hylurin er 17 sentimetur ov langur. Tað vil siga at fyri hvørja longd í svomið verður, svimja tey 17 sentimetrar longur enn tey eiga, og tað ávirkar sjálvsagt eisini tíðina negativa vegin.