Kvinnufelagnum í Havn í Norðurlandahúsinum.
Byrjað verður í forhøllini kl. 15, har Amnesty International hevur framsýning um pakistanskar kvinnur. Heiðrún og Alvi spæla violin og guitar, og møguleiki verður at fáa sær okkurt leskiligt at drekka.
Við myndum og teksti fer Kvinnufelagasamskipan Føroya at seta fokus á nakrar av okkara undangongukvinnum.
Frá 15.30 til uml. 17.30 verður orðaskifti um fosturtøku, har evnið verður lýst frá ymiskum sjónarhornum, bæði fakligum og hugsjónarligum, eitt nú tí juridiska, læknafrøðiliga, kristiliga, samfelagsliga og tí persónliga sjónarmiðinum.
Elin Winther Poulsen, tíðindakvinna, verður fundarstjóri.
Aftaná pallborðsorðaskiftið verður ein biti at eta. Borðreitt verður við góðari buffet, og høvi verður at keypa sær okkurt leskiligt afturvið matinum úr caféini.
Kostnaður fyri tiltakið um dagin er 150 kr.
Kl. 19.30 byrjr sjónleikurin Ibsens kvinnur við norsku sjónleikarakvinnuni Juni Dahr. Norðurlandahúsið selur atgongumerki undan sýningini. Kostnaður fyri leikin er 125 kr. Øll eru vælkomin.
--
Valkyrjurnar á Pubbini á Tvøroyri
Valkyrjurnar, sum er áhugafelag fyri kvinnur í Suðuroy, skipa altjóða Kvinnudagin 8. mars fyri áhugaverdum tiltaki í Pub & Café´ini hjá Thomsen á Tvøroyri.
Á skránni er tónleikur, fyrilestrar og ábit. Byrjað verður við sangi og guitartónum frá Rebekku Søndergaard Mortensen og einum vælkomstdrykki. Síðani fer Anna Mortensen, forkvinna í Valkyrjunum, at hugleiða um kvinnudagin og kvinnur i Suðuroynni.
Marita Rasmussen, sum er nýggjur stjóri í Vinnuhúsinum, fer at tosa um vinnumøguleikar í Suðuroy og í Føroyum sum heild. So verður matarsteðgur, har bjóðáð verða ymiskar salatir við breyði, og Rebekka syngur og spælur. Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur, við sergrein í tara, fer síðan at halda fyrilestur, har hon viðger samansetingina Tari, gransking og Suðuroyggin.
Susanne Høgh Olesen, sjúkrarøktafrøðingur og master í MVU, fer at tosa um kvinnur og útbúgving undir heitinum “som at spise dessert”. At enda fer Elin Mortensen, samskipari í Amnesty International, Føroya deild, at røða um harðskap móti kvinnum.
Tiltakið, sum er alment, verður í Pub & Café´ini hjá Thomsen. Byrjað verður kl. 13 til uml. 16. Kostnaðurin 100 kr. Atgongumerkir í forsølu á Pub & Café´ini hjá Thomsen, í Tangabúðini og á Statoilstøðini á Tvøroyri og í Vági.
Sí eisini heimasíðuna www.valkyrjurnar.org
-
Á Bryggjuni í Vestmanna
Altjóða kvinnudagurin verður hátíðarhildin á bryggjuni í Vestmann. Á skránni verður hipp-hopp dansur, og íverksetarin í Vestmanna, Mariann Ivansdóttir, fer at skipa fyri makeover.
Malan Johannesen heldur aftur í ár 8. mars-røðuna, og Laura Joensen frá Tjóðleikpalli Føroya fer at hava hugleiðingar og smærri einmansleikir. Ungir vestmenningar úr ungdómshúsinum Staðið fara somuleiðis at spæla tónleik.
Haldið verður leygarkvøldið 8. mars kl. 20 á Bryggjuni.