8. mars – nú við bíligari luktilsi

8. mars er í hondum, og fíggjarmálaráðharrin heldur dagin við at bjóða okkum bíligt luktilsi. Sostatt hevði hann fyri stuttum eina góða orsøk til at strika avgjøld á handilsvørum fyri at fáa fólk at keypa meira. Og valið fall á at strika avgjaldið á luktilsi, kosmetikk og sápu, sum skal gerast bíligari, so at fólk keypa hesar vørur í føroyskum handlum, og ikki tá tey ferðast í útlondum.

 

So nú kunnu kvinnur í Føroyum hóast alt gleðast um, at vit fáa betri umstøður til at vera vakurt smurdar og anga væl. 

 

Stakar mammur í fátækraváða

Síðani apríl 2013 hevur politiska skipanin havt eina greiða og vælgjørda heildarætlan um fólkavøkstur og fráflyting, har 37 ítøkilig átøk eru lýst, sum kunnu setast í verk fyri at venda samfelagsgongdini, so at fleiri fólk, serliga kvinnur, velja Føroyar til. Eitt av átøkunum, átak 14, ger vart við, at serliga stakir uppihaldarar ofta hava torført við at fóta sær í føroyska samfelagnum, tí at livikostnaðurin er so høgur. Í átakinum verður av hesi orsøk mælt til serligan arbeiðsfrádrátt fyri stakar uppihaldarar.

 

Alt ov nógar søgur eru um, at stakar mammur við smærri børnum stinga í sekkin og flyta til Danmarkar, tí at her á landi er eingin møguleiki hjá teimum at breyðføða sær og sínum. Og heldur enn at høsnast við bíligari luktilsi, átti fíggjarmálaráðharrin at víst seg sum ein mann við visjónum og tikið verulig stig til at lætta um sperda gerandisdagin hjá mammum og børnum í fátækraváða.

 

Avgjøld við skili

Fíggjarmálaráðharrin hevur áður púrasta noktað at seta í verk differentierað MVG fyri at fáa bíligari matvørur. Ein slík lógarbroyting, har prísurin á breyði, viðskera, mjólk og grønmeti kundi lækkað við upp til 25 prosentum, hevði eisini rokkið hagar, ið tørvurin er størstur – til teirra, sum hvønn einasta dag stríðast við at fáa endarnar til at røkka saman.

 

Eg veit væl, at ein slík skipan hevði kostað, men við einum vilja til at gera mun fyri øll og ikki bara fyri tey fáu og vælbjargaðu, kann hon setast í verk við at frítaka nakrar gerandisvørur í senn fyri MVG, meðan fígging verður funnin í stóra kassanum. Tí nógvir løkir gera stórar áir.

 

Javnstøðuavbjóðingin

Hjá nógvum kvinnum er neyvan hugsingur um at velja, um tær skulu keypa luktilsi í útlandinum ella í Føroyum. Millum annað tí at munurin á inntøkum hjá kvinnum og monnum er stórur, og eingi tekin eru í sól og mánað um, at hesin munurin minkar.

 

Vónandi síggja vit skjótt ein veruligan vilja frá landsins ráðandi til at taka samansettu javnstøðuavbjóðingina í størri álvara.

 

Góðan 8. mars øll somul.

 

Kristianna Winther Poulsen 5. mars 2015