8-mannaførini endaðu heilt jøvn

Fyrsta heystkappingin í Ódnartøkum hevur verið í dag.

Fyrsti dagurin í heystkappingin í Ódnartøkum er farin aftur um bak og okkurt bendir á, at kappingin gjørdist júst so spennandi sum væntað.

 

Í øllum førum, so endaði kappingin hjá 8-mannaførunum við javnleiki. Fyrsta róðurin vunnu teir umborð á Argjabátinum. Annar róðurin var somikið javnur, at dómarin ikki kundi takað støðu til, hvør vann, og tí fingu báðir bátarnir sjey stig fyri tann róðurin. Í triðja róðrinum megnaði Miðvingur at knógva Argjabátinum, og báðir bátarnir endaðu tí við 20 stigum fyri dagin.

 

Hjá 5-mannaførum við gentum líktist hendan kappingin FM. Enn einaferð vóru tað Silja og Drekin, sum kappaðust um sigurin. Hetta var eitt gylt høvið hjá Drekanum at hevna tapið á Ólavsøku, tá tær umborð á Siljuni tóku FM-heitið fyri nøsini á teimum, men so skuldi ikki vera.

 

Silja vann teir báðar fyrru róðrarnar, meðan Drekin vann tann seinasta. Silja endaði tó nummar tvey í tí róðrinum, og gjørdist tí dagsins sigursharri.

 

Her er dagsins samlaða úrslit. Vinnarin fyri hvønn dag fær sjey stig, nummar tvey fimm stig, nummar trý fýra stig og so framvegis, eftir vanligum reglum. Næsta kappingin verður um tvær vikur, tann 20. septembur.

 

Barnaróður gentir:
Hvassi 21 stig
Pílurin 18 stig.

 

5-mannafør gentur:
Silja 20
Drekin 19
Blikur 15
Jallurin 12

 

6-mannafør menn
Herningur 20
Rádni 18
Lómur 15
Jarnbardur 13

 

5-mannafør dreingir
Blikur 21
Jallurin 18

 

6-mannafør kvinnur
Rádni 20
Sundabáturin 19
Sølmundur 15

 

8-mannafør menn
Argjabáturin 20
Miðvingur 20

 

10-mannafør menn
Ormurin Langi 21 
Drekin Reyði 18
Havnarbáturin 15