8-mannafør: Argjabáturin róði gullið heim

Argjabáturin vann FM við sigri á ólavsøku

8-mannaførini Argjabáturin og Nevið Reyða róðu finalu um FM heitið á ólavsøku í dag. Bátarnir høvdu báðir 39 stig fyri róðurin.

Argjabáturin legði seg fram um í startinum, og teir høvdu leiðsluna allan vegin. Eitt skifti var Argjabáturin eina bátslongd framman fyri Nevið Reyða, men Nevið svaraði aftur við sterkum endaspurti.

Argjabáturin megnaði at halda stand seinasta teinin og fór fyrstur um málið. Munurin var 18/100 av einum sekundi. Harvið vunnu teir á Argjum føroyameistaraheitið.

 

8-mannafør – støðan FM 2019
1. Nevið Reyða 46 stig
2. Argjabáturin 45 stig
3. Sjóriddarin 19 stig