8 fólk í landsstýrið

Flokkarnir í nýggju samgonguni er blivnir samdir um, hvussu nógv landsstýrisfólk hvør flokkur skal hava. Smáu flokkarnir fáa hvør sítt landsstýrisfólk.

Tá ið flokkarnir, sum samráðast um nýggja samgongu, fóru heim um tvey tíðina í nátt, vórðu flokkarnir blivnir samdir um, hvussu nógv málsøki skulu verða í nýggja landsstýrinum, og hvussu nógv aðalráð hvør hvør flokkur skal umsita.

Sambandsflokkurin fær løgmann og tvey landsstýrisfólk. Fólkaflokkurin fær trý landsstýrisfólk. Og Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fáa hvør sítt landsstýrisfólk.

Harvið verður ikki tann stóra minkingin í talinum av aðalráðum, sum eitt nú løgmaður legði upp til í valstríðnum. Einasta veruliga broytingin verður, at uttanríkisráðið verður avtikið sum sjálvstøðugt aðalráð, men tað var mest sum longu gjørt í farna valskeiði.