8 daga leikbann til Thatcher

Enska fótbóltssambandið hevur nú gjørt av, Ben Thatcher, sum spælir fyri Manchester City,s kal hava leikbann í átta dystir fyri at hava gjørt seg inn á ein spælara hjá Portsmouth. Í dystinum tann 23. august smekkaði Thatcher albogan í andlitið á Pedro Mendes, sum misti vitið og varð fluttur á sjúkrahúsið. Umframt teir 8 dystirnar, kann Thatcher fáa 15 dystir leikbann afturat, um hann fremur líknandi ágang næstu tvey árini. Thatcher biður um umbering fyri tilburðin og tekur ímóti revsingini.