Í 1998 fór Forlagið Fannir í holt við at geva út ritverk Símunar av Skarði ”Streingir, ið tóna”, og higartil eru hesi verk komin, 1. bók: ”Yrkingar” (1998), 2. bók; ”Søguligar greinir, skaldskapur og søga” (1999), 3. bók: ”Skald og skaldskapur, mál og upplýsing, mentan og politikkur, lestrar, kvøður, ummæli” (2000), 4. bók: ”Søgur og ævintýr” (2001), 5. bók: ”Víggja-Glúms søga” (2002), 6. bók: ”Vár” og ”Víkingarnir á Hálogalandi”, sjónleikir, (2003) og 7. bók: Kristmann Guðmundsson: ”Strondin bláa”, týdd skaldsøga (2004/ 1937).
Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, hevur ritstjórnað verkinum, og nú hevur hon greitt til útgávu 8. bókina: ”Ískoytis- og yvirlitsbind”. Hon er professari í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Fyrr í ár fekk hon virðisløn Tórshavnar býráðs fyri mentanaravrik (sí mynd).
Í innganginum í hesi seinastu bókini í røðini, sigur hon m.a.:
”Útgávur, sum vísa til heimildir og upplýsa um upprunan hjá tekstinum, handrit og fyrri útgávur av tekstinum, eru neyðug amboð, tá arbeitt verður við at kanna tað, sum einstakir høvundar hava yrkt og skrivað, og seta høvundar, skaldaverk og tekstir inn í størri søguligt høpi.”
- Nýggja bókin verður løgd fram á samkomu í Rasmusarstovu á Føroya fólkaháskúla hósdagin 24. oktober klokkan 16, sigur Árni Dahl hjá Forlagnum Fannir.