Leygarkvøldið 24. mars skulu føroyskir rockbólkar kappast um at sleppa á heimsins størsta tungmálsfestival – Wacken festivalin í Týsklandi.
Tað er plátufelagið Tutl, sum saman við Norðurlandahúsinum og Ljóð Tøkni, skipar fyri tiltakinum. Talan er um eina talentkapping innan føroyskan tungmálmstónleik, har bólkar fáa møguleika at vísa teirra kynstir og útstráling á palli.
Besti føroyski bólkurin fær møguleikan at fara beinleiðis til Wacken Festival - størsta tungmálmsfestivalin í heiminum - at dystast ímóti vinnarum úr øðrum londum, ið luttaka í Wacken Metal Battle kappingini.
Ymiskar sjangrur
Nú er kunngjørt, hvørjir átta bólkar verða við í kappingini, sum verður hildin í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Nógvar ymiskar tungmálmssjangrur eru umboðaðar - frá skjótum deyðsmálmi, nýmótans thrashmálmi til sorgbundnan dómadagsmálm og tann bleytara endan av málmrokki.
Bólkarnir, ið luttaka, eru: The Apocryphal Order, Konqueror, Incurse, The Happening, Sic, Synarchy, Hamferð og Earth Divide.
Upprunaliga skuldi tiltakið haldast í Norðurlandahúsinum, men av tíðaravleiðandi ørsøkum hava fyriskiparar valt at flutt tiltakið í Sjónleikarahúsið.