8 bólkar luttaka í Prix Føroyar kappingini í Vágum

Nú um vikuskiftið verður Prix Føroyar undankapping enn einaferð á Skránni

Nú um vikuskiftið verður Prix Føroyar undankapping enn einaferð á Skránni. Hesuferð luttaka 8 bólkar, og verður kappingin hildin í Miðvági

Bólkarnir, ið luttaka, verða Silent Eyes, M. C. Hár, M. M. M., Bims, Rusk, Clickhaze, Holgar og Vinmenn og Crumb.

Sosialurin verður við til kappingina í Miðvági, so lesararnir kunnu lesa um hana í blaðnum týsdagin.

Vit ynskja luttakarum, fyriskiparum og áhoyrarum eina góða konsert.