Lítli norski nótabáturin, MS Hillersøy, hevur gjørt ein rimmar túr á tunfiskaveiði. Fríggjadagin fingu teir ikki færri enn 190 makrelstyrjur, sum vigaðu millum 170 og 300 kilo hvør, í einum nótakasti.
Teir gjørdu hetta nótakastið á leiðini vestan fyri Ona í Møre og Romsdal.
Fiskurin varð landaður ein og ein, og síðan varð hann koyrdur inn á virkið Pelagia í Florø, har styrjan varð pakkað og gjørd søluklár.
Makrelstyrja, sum er eitt slag av tunfiski, er ein eftirspurdur fiskur á marknaðinum, og ein slíkur fiskur í hampiligari stødd hevur eitt søluvirði á umleið 60.000 norskar krónur.
Tað var stórt forvitni, og nógvar myndir vórðu tiknar, tá MS Hillersøy kom til bryggju og manningin, sum telur sjey, byrjaði at taka hesar stóru og kostnaðarmiklu fiskar í land.
- Vit vita ikki, hvat vit fáa fyri henda fiskin. Tað er ein spurningur um, hvat marknaðurin vil gjalda. Men, hetta eru sera flottir fiskar, sigur skiparin, Tore Hillersøy.
Mett verður annars, at søluvirðið á makrelstyrjuni liggur um einar 8-9 miljónir krónur í okkara peningi, og væntandi er, at ein stórur partur fer til sushi, sum tunfiskur er vælegnaður til.
Tá MS Hillersøy seinast hevði tunfiskakvotu - í 2014 - fingu teir ikki ein tunfisk í fýra vikur, og ikki minst tí er fongurin hesaferð ógvuliga kærkomin hjá Tore Hillersøy og hansara monnum.