- Loysnin, sum verður funnin, má verða haldbær, so Kringvarp Føroya fær frið í nøkur ár. Óvissar inntøkur, sum Gekkur og V4, skulu ikki verða partur av grundarlagnum hjá okkara public service stovni. Her eigur at finnast ein øðrvísi loysn, er Dia Midjord, kringvarpsstjóri, sannførdur um.
Í grein í Vikublaðnum í dag, sigur kringvarpsstjórin, at støðan hjá Kringvarpi Føroya er harmilig fyri allar partar, bæði fyri starvsfólk, leiðslu og stýrið.
- Men tað nyttar ikki at flýggja frá veruleikanum. Pengakassin er tómur, og fáur mundi varnast tær broytingar, sum hava verið seinastu tíðina.
Dia Midjord vísir á, at Kringvarp Føroya átti 8,6 miljónir krónur, tá hann setti seg í stjórastólin 1. august í ár, men bara fimm vikur seinni ruku 5,5 miljónir krónur í einum høggi, tí grannskoðarin eitt nú kravdi broytingar í avsetingum upp á skuldarar.
- Ein mánað seinni vísti metingin fyri oktober, at inntøkutølini buldraðu skeivan veg, og tær írestandi 3 miljónir krónurnar á kistubotninum vórðu harvið burtur. So, tú kanst siga, at Dia Midjord søplaði 8,6 miljónir krónur burtur fyrstu tíggju vikurnar í stólinum, men eg fekk einki gjørt við støðuna, sigur kringvarpsstjórin.
Men hvussu sær so framtíðin hjá Kringvarpi Føroya út?
- Tað veit eingin, men vónandi fáa vit eina niðurstøðu um, hvønn leiklut Kringvarp Føroya skal hava í okkara samfelag. Hetta er ein stórur spurningur - ikki minst pengaliga, sum politiski myndugleikin onkursvegna má taka til sín.
Dia Midjord vísir á, at loysnin, sum verður funnin, má verða haldbar, so Kringvarp Føroya fær frið í nøkur ár.
- Óvissar inntøkur sum Gekkur og V4 skulu ikki verða partur av grundarlagnum hjá okkara public service stovni. Har eigur at finnast ein øðrvísi loysn, er kringvarpsstjórin sannførdur um.
Myndina av Dia Midjord eigur Dagur & Vika.