Í desember undirskrivaði borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, avtalu um keyp av ognarpørtum á Fossum. SNA arkitektar hava projekterað.
Í fyrsta byggistiginum verða 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.
Inn komu fýra tilboð:
J&K Petersen átti hægsta tilboðið, og tað var 39.484.141 kónur.
Kanjon átti næsthægsta tilboðið, ið var 36.650.840 krónur.
Triðjhægsta tilboðið átti Articon. Teirra tilboð var 33.667.673 krónur.
RTS átti lægsta tilboðið, og tað ljóðaði uppá 30.978.377 krónur.
Kostnaðarmeting var annars 37.448.853 krónur.
Teir projekterandi eru nú í ferð við at nærlesa tey innkomnu tilboðini. Síðani koma teir aftur við einum tilmæli um, hvør fær arbeiðið.
Arbeiðið skal eftir ætlan byrja í mai 2020, skrivar Klaksvíkar kommuna.