8-2 til Manchester United móti Arsenal!

Manchester United vann heili 8-2 á Arsenal á Old Trafford í dag. Wayne Rooney skoraði hattrick, meðan Arsene Wenger hevur nógv at hugsa um í Arsenal, ið bara hevur eitt stig aftaná tríggjar dystir.

 

Mangan hava Manchester United og Arsenal kempa um meistaraheitið í tøttum og spennandi uppgerðum. Tað verður ikki tilfeldi í ár um dysturin í dag er nakað at ganga eftir. Manchester United vann ikki minni enn 8-2 og tað kundi enntá verið meiri.

 

Manchester United var á odda 3-1 í hálvleikinum og eina løtu sá út til, at dysturin kundi blíva spennandi. Men so tók Manchester United fullkomliga yvir og tað endaði við einum meistarligum 8-2 sigri.

 

Sigurin merkir, at Manchester United liggur á odda við fullum stigatali saman við Manchester City. Arsenal hevur bara eitt stig á 17. plássi. Arsene Wenger er longu undir trýsti á Emirates og tað trýstið verður ikki minni eftir stórtapið í dag.

 

Premier League:

 

Manchester United – Arsenal 8-2

1-0 Danny Welbeck, 22

2-0 Ashley Young, 28

3-0 Wayne Rooney, 41

3-1 Theo Walcott, 45

4-1 Wayne Rooney, 64

5-1 Nani, 67

6-1 Ji-Sung Park, 70

6-2 Robin van Persie, 74

7-2 Wayne Rooney, 82 br

8-2 Ashley Young, 90

 

Tottenham – Manchester City 1-5

0-1 Edin Dzeko, 34

0-2 Edin Dzeko, 41

0-3 Edin Dzeko, 55

0-4 Sergio Aguero, 60

1-4 Younes Kaboul, 68

1-5 Edin Dzeko, 90

 

Newcastle – Fulham 2-1

1-0 Leon Best, 48

2-0 Leon Best, 66

2-1 Clint Dempsey, 88

 

West Bromwich – Stoke 0-1

0-1 Ryan Shotton, 90