12 lið í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Tað heldur formaðurin í TB, André Dalfoss, er hóskiligt, sum tískil ynskir broytingar í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Hetta førdi hann fram á á eftirmetingarfundi, sum Fótbóltssamband Føroya hevði saman við feløgunum fríggjadagin í farnu viku.
Men hvat heldur tú er hóskiligt? Skal besta føroyska fótbóltsdeildin telja 8, 10 ella 12 lið? Ger tína hugsan galdandi við at atkvøða ovast á forsíðuni á in.fo, har tú eisini sært, hvat lesararnir á in.fo halda um støðuna.









