Innbrotstjóvar hava veruliga gjørt um seg hetta vikuskiftið. Fyritøkan Beauty Line kendi sviðan av hesum. Fríggjanáttina hava óbodnir gestir verið á gátt og tikið 8.000 krónur úr kassanum.
Innbrotstjóvarnir eru slopnir inn gjøgnum eitt lítið vindeyga í kjallarahæddini hjá Radiohandlinum, har Beauty Line heldur til.
Síðani eru teir farnir í pengakassan, sum er brotin upp, og peningurin er tikin úr. 8.000 krónum fingu teir hendur á, og tað er ikki so galið fyri eina nátt.
Annars er einki tekin um herverk á staðnum. Teir hava bara tikið peningin og sloppið sær burtur. Løgreglan veit einki at siga um gerningsmenninar. Eingi vitni eru funnin enn, og tí er ilt at siga nakað hesum viðvíkjandi.
1.000 krónur í nátt
Sunnunáttina hava innbrotstjóvar aftur verið í penganeyð. Hesuferð gjørdu teir meira um seg við at bróta inn í trimum støðum. Løgreglan fekk fráboðan um hetta mánamorgunin.
Fyrst varð farið í verkstaðið hjá Radiohandlinum, ið er í kjallaranum í Niels Finsensgøtu 16. Har var einki at taka, og tí fóru menn víðari til Beauty Line í sama bygningi, sum enn einaferð var offur fyri innbroti. Har var allur peningurin longu tikin, og tí hildu tjóvarnir fram.
Farið varð í grannahúsini, har handilin Thomas Dam Búnýti er at finna. Endiliga fingu gerningsmenninir hendur á reiðum peningi. 1.000 krónur vórðu tiknar úr kassanum, og her endaði náttarútferðin. Eisini hesuferð sluppu tjóvarnir inn gjøgnum eitt lítið vindeyga aftanfyri.
Løgreglan sigur seg hava ein væl grundaðan illgruna um, at hetta eru somu persónar, sum hava framt hesi trý innbrotini. Framferðarhátturin er tann sami, og tey eru eftir øllum at døma framd beint eftir hvønn annan.
Heldur ikki í hesum førinum er tað eydnast løgregluni at fáa nakra ábending at ganga eftir. Hyggja vit at teimum innbrotum, sum eru framd seinastu tíðina, so sleppa innbrotstjóvar oftast væl frá slíkum lógarbrotum.










