Tað er loyvt fólki at avlíva eina hvítabjørn í neyðverju, um hetta stóra, sterka og flotta dýrið setir fólk í vanda.

79 hvítabjarnir dripnar í neyðverju

Í fleiri ár er eingin deyður í bjarnaálopi í Grønlandi.

 

Tað er loyvt fólki at avlíva eina hvítabjørn í neyðverju, um hetta stóra, sterka og flotta dýrið setir fólk í vanda.

Tøl, sum Sermitsiaq hevur fingið hendur á, vísa, hvussu ofta hvítabjarnir hava verið til so stóran vanda fyri menniskju í Grønlandi, at neyðugt hevur verið at avlíva tær.

 

Veðurlagsbroytingar á leitanin eftir mati kunnu vera orsøkir til, at fleiri og fleiri hvítabjarnir leita eftir støðum, har fólk búgva.

 

Hvítabjarnir eru annars vardar av strongum verndarreglum, men tað eru eisini týdningarmikil undantøk, sum er galdandi.

 

Tað er nevniliga loyvt fólki at avlíva eina hvítabjørn í neyðverju, um hetta stóra, sterka og flotta dýrið setir fólk í vanda.

 

Sambært Sermitsiaq hendir tað oftari og oftari, at hvítabjarnir leita upp støð, har menniskju eru - ella knappliga leypa á fólk úti í náttúruni.

 

Ráðið í grønlendska landsstýrinum, sum tekur sær av veiði og fiskiskapi, hevur eina rættiliga greiða mynd av, hvussu ofta tað hevur verið neyðugt hjá fólki at avlíva hvítabjarnir, tí tær vóru til vanda fyri menniskju.

 

Árini frá 2017 og fram til dagin í dag hevur talan verið um tilsamans 16 tilburðir í Grønlandi, har fólk kendu seg noydd at avlíva eina hvítabjørn.

 

- Fara vit aftur til 2007 og fram til dagin í dag er talan um 79 hendingar, har fólk hildu tað vera neyðugt at avlíva eina hvítabjørn í neyðverju.

 

Í Sermitsiaq verður lagt aftrat, at eingin er deyður av bjarnaálopum í Grønlandi hesi árini.

 

In.fo kann leggja aftrat, at meðan eingin sambært Sermitsiaq er deyður í bjarnaálopi í Grønlandi hesi árini, er ikki langt síðan, at onkur doyði í bjarnaálopi á Svalbard.

 

Her var tað ein hvítabjørn, ið leyp á ein mann, sum gisti í einum tjaldi. Hóast maðurin hevði hund við sær, legði hundurin ikki til merkis, at bjørnin kom - fyrr enn ov seint var.

 

 

 

 

 

Tað er loyvt fólki at avlíva eina hvítabjørn í neyðverju, um hetta stóra, sterka og flotta dýrið setir fólk í vanda.