79 deyð av ókendari sjúku í lýðveldinum Kongo

Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at tey hava sent eitt lið av heilsustarvsfólki til økið, ið skulu savna royndir, sum skulu kannast

 

Sambært BBC er fleiri enn 300 fólk smittað við ókendari sjúku í Demokratiska Lýðveldinum Kongo.

 

Sagt verður, at sjúkan minnir um herviliga krímsjúku.

 

Fleiri enn 79 fólk eru deyð av sjúkuni, harav tey flestu eru millum 15 og 18 ár.

 

Tað siga heilsumyndugleikarnir í landinum.

 

Sagt verður, at heilsustarvsfólk eru send til Kwango-landslutin fyri at hjálpa til og kanna sjúkuna.

 

- Sjúkan hevur við sær fepur, høvuðpínu, snor, hosta, trupulleikar við andaleiðini og blóðmangul, veit BBC at siga.

 

Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at tey hava sent eitt lið av heilsustarvsfólki til økið.

 

Starvsfólkini skulu savna royndir, sum skulu kannast.

 

Myndugleikarnir í Demokratiska Lýðveldinum Kongo heita á fólk um at vera rólig og árvakin.

 

Landið hevur eisini verið rakt av Mpox-útbroti, og millum januar og juli í ár vórðu staðfestir heili 14.500 tilburðir.

 

Ebola hevur eisini verið ein plága fyri Demokratiska Lýðveldið Kongo seinnu árini, vita útlendskir miðlar at siga.

 

##med2##

 

 

 

Kongo er ikki bara Kongo. Her er talan um Demokratiska Lýðveldið Kongo (Kinshasa) - og ikki grannalandið, Kongo (Brazzaville)