Mentamálaráðið hevur gjørt av at leiga skúlan í Søldarfirði, soleiðis at bíðilistin til útbúgvingina nærum fer niður í helvt. Nú restar bert játtanin 180 ung í Føroyum hava vegna plásstrot fingið boð um, at tey ikki kunnu byrja á FHS ella HH á Handilsskúlunum í Tórshavn og Kambsdali eftir summarfrítíðina í ár.
Nú nýggjur skúli verður bygdur í Runavík, verður skúlin í Søldarfirði tøkur. Skúlin hevur 6 skúlastovur og allar hentleikar. Avgjørt er tí, at Mentamálaráðið fer at leiga skúlan, soleiðis at møguleiki verður fyri, at taka upp tríggjar eyka flokkar í ár ? tveir FHS og ein HH. Talan verður sostatt um, at 78 næmingar verða tiknir upp á Handilsskúlanum afturat teimum 312, ið longu eru tikin upp á Handilsskúlunum í Tórshavn og á Kambsdali.
Fyri at tryggja at øll ung, ið hava søkt inn á Handilsskúlarnar í Føroyum verða javnsett, nú nýggjur skúli verður leigaður, fáa 78 tey best skikkaðu á bíðilistanum ? uttan mun til bústað ? í næstum í boði, at byrja í eyka flokkunum í Søldarfirði.
Í tíðindaskrivinum verður tó laft afturat, at treytin fyri hesum er, at játtan fæst til endamálið á fíggjarlógini fyri 2008, tá hendan skal endaliga samtykkjast í Løgtinginum.