78 faklar skulu berast á Sandi

Nýggjársaftan verður stórt nýggjárshald á Sandi við brennandi faklum, báli, fýrverki, heitari súpan og dansi í Virkinum.

- Vit hava gjørt 78 faklar og vilja hava nógv fólk at møta upp úti í Støð á Sandi nýggjársaftan klokkan 20, bæði menn og kvinnur.

 

Soleiðis siga fyrireikararnir til nýggjárshaldið, sum verður á Sandi leygarkvøldið. Lagt verður aftrat, at faklarnir verða bornir norður gjøgnum bygdina, og bálið verður miðskeiðis í bygdini.

 

- Alt eftir, hvussu ætt og veður verða, verður lagt út til bálið leygardagin. Veðurútlitini eru heilt hampilig, og vit vænta, at hetta verður eitt hugnaligt tiltak - og eitt gott kvøld við báli, fýrverki, súpan og dansi.

 

Av Sandi verður sagt, at ungdómar í bygdini fara at koyra runt og heinta brennbart tilfar leygardagin og fólk, sum hava okkurt at brenna, eru eisini vælkomin at leggja til bálið sjálvi.

 

- Eftir at faklarnir eru bornir, eldur er settur í bálið, og fýrverk er skotið, verður bjóðað inn á gólvið í Virkinum til heita súpan.

 

Men, kvøldið á Sandi endar ikki her. Umleið klokkan 00.30 til 01.00 fara Ólavur á Váli saman við Ása Mikkelsen og Ólavi Enni Elisson á pallin í Virkinum at spæla góðar nýggjárstónar.