78 deyð í flogvanlukku

Myndugleikarnir í Marokko siga, at 78 fólk doyðu, tá eitt hernaðarligt flutningsflogfar datt niður í Guelnim, sum er beint norðan fyri tað ófriðarliga Vestursahara. Sambært myndugleikunum rendi flogfarið á eitt fjall.

-Hetta var eitt flogfar, sum verður brúkt til at flyta hermenn og teirra familjur við, og hesi flogførini verða nógv brúkt í Sahara, sigur ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Marokko. Hann sigur, at tað var vánaligt veður og ringt sýni, tá vanlukkan hendi.

Tann seinasta álvarssama flogvanlukkan í Marokko var í 1994, tá eitt flogfar við 44 fólkum datt niður tætt við býin Agadir.