776 ferðafólk í havsneyð

Eitt spanskt ferðamannaskip kom í havsneyð har vesturi í Miðjarðarhavinum, tí motorarnir steðgaðu

Spanska skipið var á veg úr Tunis til Barcelona, tá tað kom í illveður einar 75 fjórðingar úr sponsku oynni Menorca har vesturi í Miðjarðarhavinum.

Skipið fekk ein sjógv, sum breyt fleiri rútar á brúnni, eftirlitsskipaninar steðgaðu av skammlopi, og tað gjørdi, at motorarnir steðgaðu, so skipið rak fyri vág og vind. Skiparin sendi alt fyri eitt neyðarkall og bað um hjálp, og bæði sponsk og fronsk hjálparskip vórðu send avstað alt fyri eitt.

Tað eydnaðist kortini maskinmonnunum at fáa tveir av motorunum í gongd einar tveir tímar seinni, so skipið kundi halda leiðina fram.

Hóast skipið livdi nógv í sjónum, fekk einki ferðafólk skaða. Ein bretskur ferðamaður greiddi BBC frá, at hann bleiv slongdur úr koyggjuni, tá skipið legði seg.

776 ferðafólk vóru við skipinum.