77.500 krónur til løgtingsformannin

Eftir løgtingsvalið fekk løgtingsformaðurin stóra lønarhækking.

 

Tað skrivar Sosialurin í dag.

 

Orsøkin er, at lógin um samsýning og eftirløn landsstýrisamanna er broytt. Tann broytingin gav landsstýrisfólkum og løgmanni eina munandi lønarhækkin. Men afturfyri mugu tey siga farvæl við sera fyrimunarligu pensjónsskipanini, sum landsstýrisfólk higartil hava havt.

 

Hendan pensjónskipanin gav landsstýrisfólki fulla pensjón eftir átta ára starvstíð.

 

Landsstýrisfólkini, sum nú sita, fáa ikki hesa pensjón, tá tey fara frá. Tey fáa 15 prosent oman á lønina, sum verður goldin í pensjónskipan.

 

Men løgtingsformaðurin, sum sambært lóg um samsýning løgtingsmanna verður løntur sum løgmaður, verður framvegis eftirløntur eftir gomlu skipanini – hann fær 60 prosent av lønini útgoldna sum eftirløn, um hann hevur nátt fullan eftirlønaraldur. Tað gevur løgtingsformanninum 46.518 krónur í pensjón, tá hann fer frá fyri aldur.

 

Sosialurin í dag hevur hugt nærri eftir lønarviðurskiftunum hjá politikarunum.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið og á www.sos.fo