775 næmingar í nýggjan skúla í dag

Um eina løtu flyta allir teir 775 næmingarnir og tey gott 100 starvsfólkini á Skúlanum á Fløtum í nýggjan skúla

 

Klokkan 10:20 savnast næmingar, lærarar og starvsfólk skúlan uttan fyri Venjingarskúlanum á Frælsinum. Og tá fara tey í skrúðgongu út í nýggja skúlan úti á Fløtum.

Nú nýggi skúlin verður tikin í nýtslu flytir skúlin á Fløtum úr fimm skúlabygningum, sum fara at standa tómir uttan næmingar: Venjingarskúlin, Argja skúli, Ytri skúli við Landavegin, skúlin í Kongagøtu og FSF-húsið.

– Nú flyta vit. Góðu starvsfólk, næmingar, foreldur og onnur avvarðandi. Nú upprennur dagurin, vit øll hava bíðað eftir í spenningi, skrivar leiðsla skúlans í fráboðan, har kunnað verður um, hvussu dagurin í dag verður skipaður:

– Mánadagin 2/11-2020 flyta vit inn í nýggja, stásiliga skúla og frítíðarskúla okkara. Ætlanin fyri mánadagin er henda. Forskúli, 1.fl og 2.fl møta í Kongagøtu kl 8. 3.fl - 9.fl møta á Frælsinum kl 10. Síðan fara vit øll starvsfólk í skúla og frítíðarskúla saman við okkara næmingum í skrúðgongu niðan í Hans Andriasar gøtu.

Skrá mánadagin: 
10:00  Gera klárt til skrúðgongu 
10:20  Skrúðgonga av Frælsinum niðan í Hans Andriasar gøtu 10 
11:00  Flokkarnir fara í sínar heimastovur 
12:00 Miðmáli og rundtúrur á skúlanum í flokkum 
13:00 Dagslok, frítíðarskúlin tekur yvir 

Skrá týsdagin 
1.-4. tími er eftir tímatalvuni. 
Frá middegi eru skúlin og frítíðarskúlin stongdir orsakað av hátíðarhaldi. 
Orsakað av koronatilmælum er hátíðarhaldið einans fyri innbodnum. 

Skrá miku- hós- og fríggjadagin 
Undirvíst eftir tímatalvuni, og frítíðarskúlin er opin sum vanligt. 
Opið hús, eftir at skúladagurin er lokin. Lýst verður við hesum serskilt. 

Skrá leygar- og sunnudagin 
Opið hús. Lýst verður við hesum serskilt.