Í hesum sambandi leitar løgreglan eftir vitnum, sum kunnu hava sæð tilburðin.
Løgreglan sigur, at tað var klokkan 2:25 í nátt, at politiið fekk fráboðan um harðskap, sum varð framdur í vegamótinum Tróndargøta/Sverrisgøta.
Talan um ein 77 ára gamlan mann, sum var álopin og fekk skaða í nakkan/økslina.
Eldri maðurin savnaði fløskur á staðnum, men var knappliga álopin. Harðskapurin var ómotiveraður.
– Um nakar hevur sæð tilburðin ella hevur vitan um tilburðin, verður heitt á viðkomandi, um at venda sær til politiið við at ringja 114, sigur løgreglan.
Gjáranáttina var eisini eitt annað harðskapsmál, har ein útlendingur hevur sligið ein mann.
Útlendingurin er handtikin og framsettur í Føroya Rætti, har ákæruvaldið ætlar at fáa ein straksdóm við útvísing. Maðurin hevur arbeiðsloyvi í Føroyum.