Í gjár vóru 76 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
Hetta er nakað meira enn fyrradagin, tá talið av smittaðum var 65.
3258 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 476 smittað og tvey eru innløgd við koronu í Føroyum.