Arbeiðsmarknaðarkanning hjá Hagstovuni vísir, at 76 prosent av føroyingum millum 15 og 74 ár eru virkin á arbeiðsmarknaðinum.
Arbeiðsmarknaðarkanning sum varð gjørd í 2009, vísir, at 76 prosent av fólkinum millum 15 og 74 ár eru virkin á arbeiðsmarknaðinum.
Tað vil siga, at teir arbeiða í størri ella minni mun. Av hesum arbeiddu 34 prosent minni enn 35 tímar um vikuna, meðan 64 prosent arbeiddu fulla tíð ella meira.
Minsta arbeiðsluttøkan var millum 60?74 ára gomlu, harav 58 prosent vóru í arbeiði.
Størsta arbeiðsluttøkan var sambært kanningini millum tey 40?49 ára gomlu, harav 91 prosent vóru í arbeiði.
Arbeiðsmarknaðarkanningin 2009 er tann fimta í røðini.
Hin fyrsta var gjørd í november 2005.