Landsstýrið roknar við at fáa 116 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi frá fiskiskapi eftir makreli og norðhavssild í ár. Nótaskipini, sum fáa størstu kvoturnar, skulu gjalda 76 milliónir í landskassan afturfyri
Eins og í fjør, so verður lagt eitt avreiðingargjald á tvær krónur kilo á alla veiðu, sum antin verður avreidd uttanlands ella til útlendsk móðurskip. Tó so at trolarar í heimaflotanum og línuskip sleppa við avreiðingargjaldi á eina krónur kilo.
Men sambært teimum skjølum, ið liggja til grund fyri leistin hjá landsstýrismanninum, verður ikki roknað við at tað stóra fer tann vegin. Yvirskipaða ætlanin við avgreiðingargjaldinum er at stýra fiskin inn á føroyska arbeiðsmarknaðin.
Afturat avreiðingargjaldinum er eitt veiðigjald, bæði á makrel og sild. Veiðigjaldið er 0,75 krónur kilo á allan makrel, ið nótaskipini og ídnaðarskipini fiska. Eisini ætlar landsstýrið, at bólkurin trolarar við rættindum uttanfyri Føroyar skal rinda sama veiðigjald, 0,75 krónur kilo. Hinvegin skal heimaflotin sleppa undan veiðigjaldi. Leisturin fyri sildakvotuna er tann sami, men har er veiðigjaldið 0,35 krónur kilo.
Sambært roknistykkinum hjá Fiskimálaráðnum verða tað tí nótaskipini, sum koma at rinda størsta partin av tí tilfeingisgjaldi, ið landsstýrið ætlar at krevja inn í ár. Nótaskipini skulu rinda 55 milliónir krónur í veiðigjaldi fyri makrelin og 21 milliónir í veiðigjaldi fyri sildina.
Lógaruppskotið, ið skipar fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild, er enn ikki borin í løgtingið. Og kunngerðin, ið býtir makrel- og sildakvotuna, er heldur ikki lýst.
Les meira í Sosialinum, sum kom í sølubúðirnar í høvuðsstaðarøkinum í gjárkvøldi og kemur í hvørt hús í dag.