750.000 bretar í verkfalli

Í dag hava 750.000 almenn starvsfólk í Bretlandi lagt arbeiðið niður fyri at mótmæla sparipolitikkinum hjá stjórnini. Millum teirra, sum sita við hús í dag, eru tey, sum arbeiða í passeftirlitinum á flogvøllunum, og tað darvar flogferðsluni, hóast myndugleikarnir siga, at teir hava eina neyðætlan.

Verkfallið hjá lærarunum er kortini tað, sum ávirkar dagin hjá flestu bretum. Tveir triðingar av skúlunum eru stongdir ella hava skerda skúlagongd. Læraraverkfall er annars sera sjáldsamt í Bretlandi, og læraraverkfallið í dag er tað fyrsta í 127 ár.

Tey almennu starvsfólkini eru millum annað misnøgd við, at stjórnin ætlar at skerja pensjónina hjá teimum, og fakfeløgini hava boðað frá øðrum tiltøkum seinni í summar. Higartil hevur stjórnin sagt, at sparingarnar standa við.