75 skot latin av í Taastrup

Danska løgreglan stendur at kalla á berum, eftir at ikki færri enn 75 skotin vórðyu latin av ímóti einum íbúðarhúsum í Taastrup við Keypmannahavn í gjár­kvøldið. Eingin varð raktur, men ein kvinna mátti á sjúkra­húsið við sárum, sum hon fekk av glaspettum.

Løgreglan í Keyp­manna­havn heldur, at skot­tilburð­urin í gjárkvøldið hevur sam­band við eina uppgerð ímillum brotsmannalið, men løgreglan veit ikki, hvørj­ir gerningsmenninir eru, ella hvat stríðið snýr seg um.

Kanningar hjá løgregluni vístu, at skotini høvdu rakt úthurðar og vindeygu í fimm íbúðum umframt fleiri bilar. Millum annað varð skotið eftir íbúðum uppi á triðju hædd, og tað ger eingin av tilvild, sigur Carsten Jansson hjá løg­regl­uni í Keyp­mannahavn við Ritzau.