75 ára minningarhald í Søldarfirði

Leygardagin verður minningarhald í Søldarfirði í sambandi við, at tað eru 75 ár síðani, at vágssluppirnar Laura og Immanuel fórust við tilsaman 38 monnum Í hesum døgum eru 75 ár síðani, at vágssluppirnar Laura og Immanuel gingu burtur. Í hesum sambandi verður nú leygardagin 14. apríl ella á summarmála skipað fyri minningarhaldi í Søldarfirði. At minningardagshald verður í Søldarfirði kemst av, at manningin á Immanuel var úr Søldarfirði og bygdunum har á leið.

Lagt verður fyri klokkan 18 við minnisvarðan, sum varð reistur, tá ið 50 ár vóru liðini síðani stóra sorgarleikin. Borgarstjórin Hans Jacob Lamhauge fer at bjóða vælkomið, sangur er á skránni, og sonur ein teirra, sum fórust við Immanuel, fer at leggja krans og at biðja eina bøn.

Síðani verður borðhald í skúlanum í Søldarfirði. Har fara Óli Jacobsen, Dávur Jacobsen, Maria Jacobsen og Sámal Petur í Grund at greiða frá og hugleiða um tíðina fyri umleið 75 árum síðani, tá ið tað eftir fáum árum fórust fleiri hundrað føroyskir fiskimenn. Serliga verður hetta gjørt við atliti til Immanuel og Søldarfjørð, sum varð so meint rakt.

Upplýst verður, at minningarhaldið er alment, og at øll eru væl komin til haldið, sum kann roknast at minna aftur á langufelagsskap hjá so mongum føroyingum.