75 ára gamal smíðar líkkistur

Hóast hann fyllur 76 ár í summar og hevur fingist við sama handverk í meira enn fýrati ár, er hann framvegis virkin kistusmiðjur.

Hóast hann fyllur 76 ár í summar og hevur fingist við sama handverk í meira enn fýrati ár, er hann framvegis virkin kistusmiðjur.

 

Tey fyrstu fáu árini leigaði hann seg inn hjá granna, men síðan hann fyri umleið 40 árum síðan bygdi upp í sethúsini í Heinagøtu í Havn, hevur hann øll árini havt verkstaðin í egnum kjallara.

 

Maðurin, vit umrøða, er Hans Jacobsen, sum í dag er hin einasti veitarin av føroyskum kistum. Hann og sonurin, Niels Pauli Jacobsen, smíða framvegis stívliga 100 kistur um árið.

 

Tað eru fleiri innflytarar av útlendskum kistum, men støðuga framleiðslan hjá feðgunum báðum er eitt prógv um, at tað framvegis eru fleiri føroyingar, sum seta prís upp á føroyska handverkið.

 

Og alt handverkið er føroyskt, eins og hvør kista verður málað tríggjar ferðir við hond.

 

Hjá Hans Jacobsen Kistum eru fýra standard sløg at velja ímillum, og tað vísir seg, at tey flestu velja tí dýrastu, tó at hon er lítið dýrari enn hin bíligasta. Munurin er serliga dekoreringin.

 

Feðgarnir, Hans og Niels Pauli Jacobsen, eru báðir útbúnir snikkarar og hava gjøgnum hesi mongu ár gjørt sær drúgvar royndir á sínum øki.

 

Ímyndin av hesum handverki, sum enn livir sítt fríska lív í kjallaranum í Heinagøtu í Havn, er Hans Jacobsen.