75 ára gamal á Flemish Kap

- Eg havi bæði bláubók, trygdarskeið og kokkapapírir, so tað er bara at herja á, sigur elsti maður á Flemish Kap.

Hann var 48 ára gamal og soleiðis rættiliga tilkomin, fyrstu ferð hann var kokkur - og hann kokkast enn.

 

Føroyska Sjómansmissiónin hevur hitt Carl Emil Davidsen í Runavík, sum er kokkur umborð á ísfiskalínuskipinum, Váðasteini.

 

Í oktober fór hann um tey sjeyti fimm, men honum dámar framvegis væl at sigla og kokkast. Hann trívist best í galluni, livir best á sjónum og ræðist ikki túrar á Flemish Kap.

 

- Havi eg verið leingi heima, kunnu teir fyrstu tveir dagarnir á sjónum kennast eitt sindur strævnir, áðrenn eg komi ordiliga í gongd aftur.

 

Carl Emil Davidsen hevur bæði bláubók, trygdarskeið og kokkapapírir, so tað er bara at herja á, sum hann tekur til.

 

- Nú myndugleikarnir krevja, at kokkar skulu hava útbúgving ella hava starvast nøkur ár sum kokkur, var eg noyddur at fáa mær papírini, hóast eg havi kokkast í 27 ár - uttan papírir, sigur hann.

 

Skiparin á Váðasteini, Árni Zachariasen, sigur, at Carl Emil Davidsen er ein góður kokkur, og hann er altíð væl upplagdur.

 

- Hann er í góðum hýri, hóast fleiri av manningini kanska ikki eru tað, og hetta hevur positiva ávirkan á alla manningina, sigur skiparin á Váðasteini.

 

Mikudagin leggja Váðasteinur og Carl Emil Davidsen aftur leiðina móti Flemish Kap.