Tað kemur fyri, at fólk hava merkisdagar tí tey hava verið leingi í einum starvi. Tó munnu tað verða fá, ið hava havt so langa starvstíð á sama stað, sum 89 ára gamli Eivind Petersen í Oyndarfirði.
Týsdagin 18. apríl hevur handilsmaðurin í Oyndarfirði sín 75. ára starvsdag.
Tað var 18. apríl í 1942, dagin eftir hansara konfirmatión, at Eivind Petersen fór til arbeiðis í handlinum í Oyndarfirði, sum bróður hansara tá átti. Síðani tá hevur handilin verið starvsstaðið hjá Eivind Petersen.
- Eg havi einaferð verið tríggjar dagar við Mazeppu, sum pápi mín sigldi við, men tað var einki fyri meg. So eg helt fram í handlinum, sigur Eivind Petersen.
Hann yvirtók sjálvur handilin í 1955 og hevur verið har síðan.
- Eg havi verið her síðan eg byrjaði. Eg havi havt ógvuliga fáar feriur, tí tað hevur mestsum bara verið eg. Eg havi verið nakrar ferðir eini tríggjar vikur burtur, men hetta hevur mestsum verið tað síðan eg byrjaði, sigur Eivind Petersen.