Fólkaskúlin á Skúlatrøð í Klaksvík hevur tvær vikur í januar skráett uppmøtingina hjá næmingunum.
Skrásetingin vísir, at 10 prosent av næmingunum møta ov seint hvønn morgun. Tað svarar til, at umleið 75 næmingar eru ov seinir í skúla hvønn morgun.
Tað skrivar skúlin á Skúlatrøð á heimasíðuni.
- Vit hava sæð, at lutfalsliga nógvir næmingar koma ov seint í skúla um morgunin. Hetta er órógvandi fyri undirvísingina og ofta eisini ein keðilig uppliving fyri teir næmingar, sum koma ov seint, skrivar skúlin á heimasíðuni.
- Skúlin heitir tí á foreldur um at lata børnini møta til tíðina um morgunin. Hetta vil verða til gagns fyri bæði einstaka næmingin og skúlan sum heild.