75 funnin deyð í Ný Sælandi

Bjargingarlið hava nú funnið 75 lík ewftir jarðskjalvtan í ný sælendska býnum Christchurch gjáranáttina. Men samstundis gera myndugleikarnir vart við, at umleið 300 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Bjargingarfólk hava leitað alla nátt eftir fólki í teimum niðurrapaðu húsunum. Sagt verður, at tey hava hoyrt fólk gráta og banka, og at summi hava sent sms-boð, og tí hava myndugleikarnir vónir um at finna fólk á lívi undir leivdunum. Í onkrum føri hava bjargingarfólkini verið noydd at taka limir av fólki fyri at bjarga teimum, skrivar Reuters.

Jarðskjálvtin í Christchurch var 6,3 á Richterstiganum og er tann ringasta náttúruvanlukkan í Ný Sælandi tey seinastu 80 árini. Ein uppaftur harðaði jarðskjálvti var í fjør, men hann gjørdi munandi minni skaða og kravdi ikki mannalív.