75 fiski-og veiðimenn fingu peningagávu

- Tað er deiligt at fáa pengar úr grunninum, nú vit hava verið so hart raktir við avmarkingum, sigur fiski-og veiðimaður í Qaanaaq.

 

Umleið 75 fiski-og veiðimenn í norðurgrønlendsku bygdini, Qaanaaq, hava fingið eina peningagávu úr Thulegrunninum, ið er ein vinnuframagrunnur. Talan er um gávufæ á 5.000 krónur í part, sum teir hava fingið, nú jólini stunda til.

Fiski-og veiðimaðurin, Mads Ole Kristiansen, er ein teirra, sum hevur fingið slíkt gávufæ. Hann er eisini formaður í lokala fakfelagnum hjá veiðimonnum í Qaanaaq. - Tað er deiligt at fáa pengar úr grunninum, nú vit hava verið so hart raktir av ymiskum avmarkingum í okkara vinnu. Tað eru fleiri, sum onga inntøkur hava havt síðan august.

Mads Ole Kristiansen sigur við Sermitsiaq, at hesir pengar koma væl við og eru ein góð troyst, nú inntøkugrundarlagið hevur verið so lítið í longri tíð. Eingin roysningur hevur verið at fingið í ár, og kvotan av náhvali er uppi.

- Haraftrat kemur, at tað er eingin, sum tekur ímóti kópaskinnum, sigur fiski-og veiðimaðurin. 

Hann sigur, at henda seinasta tíðin tískil hevur verið hørð fyri allar fiski-og veiðimenn í økinum. - Tað er ein rúgva av náhvali, og tískil er næstan eingin svartkalvi at fáa. Nú er havið við at frysta aftur, og hetta síggja vit fram til í Qaanaaq, tí tað er nú, at útlit gerast fyri inntøku aftur, leggur hann dent á.

Fiski-og veiðimaðurin sigur, at gávufæið, sum Thulegrunninum hevur latið, ger jólini eitt sindur hugnaligari og framtíðarútlitini betur. - Hetta gevur okkum eisini styrki til at halda fram í okkara vinnu, leggur Mads Ole Kristiansen aftrat.