Bátaferð
Tað er vorðið ein størri og týðandi partur av frítíðini hjá fleiri føroyskum famljum at halda frí í báti, bæði her heima í Føroyum og á ferðum uttanlands.
Fólk í bátum savnast á stevnum kring um landið um sumrarnar, og serliga eru tað bátastevnurnar, ið draga nógvar bátar við familjum til sín. Tær mest savnandi stevnurnar í so máta er árliga bátastevnan í Vestmanna og regattasiglingin, sum plagar at verða hildin sama vikuskifti, sum nólsoyingar skipa fyri ovastevnu.
Regattasiglingin byrjar á Eiði við hópin av bátum og endar á ovastevnu í Nólsoy.
Roynist veðrið, plagar Nólsoyarvík at verða fylt upp við bátum, sum eru við í regattasigling og øðrum bátum, sum leita sær út um fjørðin úr Havn, Argjum, Skálafjørðinum og aðrastaðni.
Ljómandi hugni
Men tað eru ikki bara stevnurnar kring landið, sum savna fólk, ið eru vorðin bitin av at ferðast millum firðir og sund í egnum báti í frítíðini um sumrarnar.
Tað eru eisini familjur, sum hava keypt sær bát, ið ferðast einsamallar bygd úr bygd ella ferðast saman við øðrum, leysar av øllum stevnum.
Møguleikarnir eru nógvir, og tað er bert hugflogið, sum setir avmarkingarnar.
Á kabússini eru góðir møguleikar at tilreiða døgurðan, men er góðveður, er vanligt at grilla búffar, pylsur og annað á dekkinum ella uppi á klettinum.
Eru fleiri bátar við í ferðini, er vanligt at syngja, meðan onkur spælir á harmoniku ella guitara.
Soleiðis kann hugni, sangur og tónleikur ljóma út í kvøldar-ella náttarkvirruna.
Ferðir um hav
Tað eru eisini tey, ið hava fingið sær bát sum savnandi miðdepil í familjuni um sumrarnar, sum leita sær út um landoddarnar.
Í nøkur ár hevur við jøvnum millumbilum verið skipað fyri felagstúrum við Norrønu til Noregs, har Smyril Line syrgir fyri, at bátarnir verða fluttir trygt um hav. Siglt verður síðan innanskers í Noregi í tvær, tríggjar ella fýra vikur, og síðan verða bátarnir koyrdir umborð á Norrønu, sum førir teir heimaftur.
Norska náttúran er stórbar og fleiri, sum hava verið við á slíkum ferðum, siga, at hetta er besta summarfrí, tey hava havt.
Men hetta er so eisini ein øðrvísi summarfrí, har tú noyðist at klára teg við teimum fasilitetum, sum eru í bátinum og uppi á klettinum.
Fleiri familjur, sum vóru við tær fyrstu ferðirnar, hava verið við aftur og aftur og sum árini eru liðin, eru fleiri og fleiri vorðin bitin av at sigla og hugna sær saman við øðrum.
Í fjør summar vitjaði eisini eitt stórt føroyskt bátafylgi í Hetlandi. Bátarnir fylgdust í bólkum á ferðini millum londini. Teir flestu lógu í Lerwick, meðan oyggjarleikir vóru og stevndu síðan heimaftur, tá ið líkindi vóru. Onkur steðgaði longri, legði leiðina upp til Orknoyggjar og vitjaði enntá heilt uppi í tí stóra Lockness-vatninum í Skotlandi.
Aftur til Noregs
Við Norrønu úr Føroyum seinasta mánadag vóru tilsamans 24 bátar við familjum, sum enn einaferð eru farnar yvir til Noregs at sigla og hugna sær millum bygdirnar í norska skergarðinum.
Tann eini av monnunum hevði júst keypt sær bát og skuldi eftir bátinum í Noregi, áðrenn hann fór upp í fylgið.
Sosialurin var við Norrønu á ferðini úr Føroyum til Noregs. Vit eygleiddu bátsfólkið á ferðini yvir, og vit eygleiddu tey, meðan bíðað varð á bryggjuni í Bergen eftir, at bátarnir komu í land av Norrønu og skuldu sjósetast til ferðina.
Veðrið í Bergen hendan dagin var so avbera gott við brennandi sól og nógvum hita.
Hýrurin var góður, og fólk bæði ung, tilkomin og eldri - sóu fram til eina hugnaliga summarfrí fram við norsku strendrunum.
Umborð á Norrønu hittu vit bátsfólk, sum greiddu frá, hvat tey gera á eini slíkari ferð.
Í einum øðrum blaði fara vit at tosa við onkran av hesum.
Áður tosaðu menn undir neystaveggjum um bátar, fiskireiðskap og veiði, men á slíkum ferðum sum hesari, tosa menn og kvinnur meira um gardinur, betrekk og annað, sum hoyrir til hugnan umborð.
Eingin stættarmunur
Tað, sum sermerkir umhvørvið millum bátafólk, er, at eingir er yvir og eingin er undir, um vit so kunnu siga. Tú møtir øllum sløgum av fólki, og eingin spyr, um tú ert vanligur arbeiðsmaður, skipari, sálarfrøðingur, borgarstjóri ella løgtingsmaður bert fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.
Á bryggjuni í Bergen týsdagin hittu vit hesi fólk, og tú kendi teg væl ímillum tey.
Umborð á hvørjum báti eru millum 2 og 4 fólk á onkrum uppaftur fleiri, og saman síggja tey út til at hugna sær sum ein stór familja.
Yngsti bátsfararin dugir lítið meira enn at ganga, og tey elstu liggja um pensjónsaldur.
Og onkur er á høkjum.