75 fólk deyð í flogvanlukku

75 fólk hava latið lív í eini flogvanlukku í Kolumbia, har eitt ferðafólkaflogfar er dottið niður. 72 ferðafólk vóru við flogfarinum umframt manningina, ið telur níggju fólk.

 

Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður, men tað hevur verið sera ringt veður í Kolumbia seinastu tímarnar.

 

Flogfarið var á veg úr Santa Cruz í Bolivia til Medellin í Kolumbia. Millum ferðafólkini var brasilska fótbóltsliðið Chapecoense. Eisini vóru 21 tíðindafólk við, ið fylgdu brasilska fótbóltsliðnum.

 

Chapecoense liggur á 9. plássi í bestu brasilsku deildini og skuldi spæla fyrstu av tveimum finaludystum í Copa Sudamericana móti kolumbiska Atlético Nacional í Medellin í morgin.

 

Copa Sudamericana svarar nøkunlunda til Europa League í Evropa.