Trý fólk eru deyð, og meiri enn 20 hava fingið skaða í einari stórari harmonikuvanlukku á einum motorvegi í amerikanska statinum Virginia. Sambært teimum lokalu fjølmiðlunum vóru í hvussu er 75 akfør uppi í vanlukkuni, og sum skilst var tað helst mjørki, sum var orsøkin.
-Hetta staðið er tiltikið fyri mjørkaflókar. Skelti eru, sum ávara bilførarar, men trupulleikin er, at tú veitst ikki av, fyrr enn tú kemur inn í mjørkan, sigur ein talsmaður fyri Reyða Kross í Virginia við sjónvarpið Fox News.
Vanlukkustaðið er stutt frá markinum við grannastatin North Carolina, og løgreglan noyddist at lata fleiri spor aftur, so sjúkrabilar og onnur bjargingarakfør kundu sleppa vegin fram.
Sjónvarpið WDBJ visti at siga, at fleiri lastbilar vóru uppi í vanlukkuni.










