75 ár við Jeep

Jeep hátíðarhalda í hesum døgum, at 75 ár eru liðin síðan fyrsti Jeep varð framleiddur í 1941.

 

Upprunaliga framleiðslan av Jeep byrjaði í 1941 við Willys Jeep, sum vóru gjørdir sum militerbilar til amerikanska herin.

 

Jeep blivu heimskendir sum 4-hjólsdrivin akfør, ið amerikanski herurin og teirra sameindu nýttu undir seinna verðaldarbardaga. Tí verða enn í dag 4-hjólsdrivnir høgir bilar framvegis nevndir jeepar.

 

Í mong ár hoyrdi Jeep til American Motors, sum eisini framleiddi Rambler. Síðan 1987 hevur Jeep hoyrt til Chrysler Corporation, sum í dag eitur Fiat Chrysler Automobiles.

 

Í sambandi við 75 ára hátíðarhaldið fáast øll modellini hjá Jeep í serligum jubileumsútgávum, ið nevnast “75th Anniversary edition”.