Í 75 ár hevur vikublaðið, Anders And & Co havt stóra undirtøku í bæði Danmark og í Føroyum, og í dag hevur hevur hetta vikublaðið ein stóran føðingardag.
Tað var fyri júst 75 árum síðani, 1. mars í 1949, at tað fyrsta Anders And og Co blaðið var útgivið í Danmark.
Fyrstu 10 árini kom blaðið út eina ferð um mánaðin, men síðani 1959 er tað komið út eina ferð um vikuna. Og hava føroyingar verið millum mongu trúgvu lesararnar hjá blaðnum.
##med2##
Undan aldarskiftinum týddi Pauli Nielsen bestu Anders And søgurnar hjá Carl Barks til føroyskt. Á føroyskum kom Anders And at eita Dunnaldur Dunna.
Tó er Dunnaldur Dunna aldrin komin út sum eitt vikublað í Føroyum.
##med3##