75 ár í sama starvi og 76 eftirkomarar

Sosialurin hevur í dag samrøðu við 89 ára gamla Eivind Petersen úr Oyndarfirði, sum komandi týsdag hevur verið handilsmaður í bygdini í samfull 75 ár.

 

Eivind Petersen setir met, so tað brakar eftir í, í hesum døgum. Hetta er næstan eindømi, um ikki eindømi, at hava røkt eitt starv so leingi og tað hevur eisini vignast væl at seta nýggjar føroyingar við.

 

Týsdagin kundi Eivind siga, at 76 eftirkomarar vóru eftir hann og konuna Esther. Og fleiri eru á veg. Tey eiga fimm børn, og tey hava fjølgast.

 

– Tey eru eisini olduromma og oldurabbi og vóru herfyri hjástødd í kirkju, tá ið oldurbarnabarnið varð borið til dópin.

 

– Eg haldi, at lykilin aftan fyri góðu heilsuna og góða trivnaðin í arbeiðinum seinastu 75 árini liggur grivin á Hellunum. Gamli keypmaðurin á Hellunum, Petur, dett stásmaður hann var, segði einaferð við meg, tá ið eg var byrjaður at handla einsamallur, at nú mátti eg minnast til at stongja handilin ordliga hvørt kvøld, tá ið eg fór til hús. Eg skilti ikki rættuliga hvat hann meinti, men seinni fataði eg tað. Hann meinti, at tá ið eg fór til hús eftir loknan arbeiðsdag, so skuldi eg stongja allar trupuleikar í handlinum og ikki taka teir við til hús, og teimum ráðunum havi eg fylgt, sigur Eivind Petersen.

 

Týsdagin eftir páskir verður dagurin hátíðarhildin í Oyndarfirði.