747 færri løntakarar í Føroyum

Í august í ár vóru 24.007 løntakarar í Føroyum og tað er 747 færri enn fyri einum ári síðani.

Tað vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt.

Ein løntakari eru tey í aldrinum 16 til 74 ár, sum hava minst eina dagløn um mánaðin.

Samantalt er afturgongdin er 3%, men afturgongdin er at kalla øll í fiski- og ídnaðarvinnuni.

Í fiskiskapi, fiskavirking og aðrari ráevnisvinnu vóru 618 færri løntakarar í august í ár, tað er ein minking upp á 13,8%, og í byggivinnu og aðrari tilvirking vóru 119 færri, sum er ein afturgongd upp á 3,7%.

Einasta framgongdin av týdningi er í sjóflutningi, og tað er hann ið dregur privatu tænastuvinnurnar eitt vet uppeftir samanumtikið.

Í øllum sýslum uttan Norðoya sýslu vóru færri løntakarar í august, og afturgongdin var millum 2,5 og 4,3%.

Í Norðoya sýslu er afturgongdin støðgað, har vóru eins nógvir løntakarar í august í ár, samanborðið við august 2010.