745 mió. fyri Ronaldinho

Ovastin í italienska AC Milan, Silvio Berlusconi, segði í gjár, at hann hevur sett pengar av til at fáa Ronaldinho til felagið. Talan er um heili 745 mió kr., sum tó telur keyp og løn. 447 mió. skulu nýtast til at keypa Ronaldinho frá FC Barcelona, meðan restin skal nýtast til lønina. Tað er lítið sannlíkt, at Ronaldinho fer úr FC Barcelona. Felagið hevur áður sagt, at einki boð undir eina milliard hevur áhuga.